Vísindaknokkar

Vísindaknokkar

by Vísindaknokkar
Season 1

#5: Inflammatión og metabolisma, Helga Ellingsgaard, PhD.

Gesturin hesaferð er Helga Ellingsgaard, granskari á TrygFondens Center for Aktiv Sundhed á Ríkissjúkrahúsinum. Vit práta um IL-6 og hvussu tað vísir seg at hava ávirkan á inkretinið GLP1 (eisini kent sum tað virkandi evnið í heilivágunum Wegovy og Ozempic), metabolismuna og feitt mobilisering. Helga greiður eisini frá hvussu luttakarir í teirra granskingarverkætlanum ofta vera kannaði bæði við at máta isotopar í blóð- og vevnaðarroyndum.

#4: Norn kyknur. Bjørt Katrinardóttir Kragesteen, PhD í mýlalívfrøði og arvalæru

Hesaferð hava vit eina spennandi samrøðu við Bjørt Katrinardóttir Kragesteen, PhD í mýlalívfrøði og arvalæru, um Norn kyknur, sum hon hevur staðið fyri at finna og lýsa. Vísindaliga greinin hjá Bjørt og starvsfeløgum hennara er at finna her: www.nature.com/articles/s41591-023-02314-7 Í hesum táttinum verður Human Cell Atlas eisini nevnt. Sí meir her: Human Cell Atlas – To create comprehensive reference maps of all human cells—the fundamental units of life—as a basis for both understanding human health and diagnosing, monitoring, and treating disease. Vísindaknokkar er stuðlað av Amplexa Genetics. Amplexa Genetics hevur onga ávirkan á innihaldið í poddvarpinum. Tónleikurin er frá: Flawed Mangoes

#3 Alduorka í Føroyum. Bárður Joensen, PhD.

Vit práta við Bárður Joensen, PhD, um møguleikarnar fyri at útvinna og gagnnýta alduorku í Føroyum. Bárður hevur m.a. kannað umstøðurnar fyri at seta alduorkuverk út í Føroyum, umframt um tað kann loysa seg. Vísindaknokkar er stuðlað av Amplexa Genetics. Amplexa Genetics hevur onga ávirkan á innihaldið í poddvarpinum. Tónleikurin í poddvarpinum er frá Flawed Mangoes.

#2: August G. Wang, professari og serlækni innan psykiatri

Poddlýsing: Gesturin hesaferð er August G. Wang, professari og serlækni innan psykiatri. Umframt drúgvar royndir, sum granskari hevur August eisini starvast innan psykiatriina bæði í Føroyum og Danmark. Vit hoyra um hansara yrkisleið og gransking sum hevur snúð seg um m.a. Sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir í Føroyum, samanborið við londini rundanum okkum og eisini um týdningin av ílegufyribrigdum í samband við sálarligar sjúkur. Keldutilvísingar: Arvaligheit viðv. ADHD: Genetics of attention deficit hyperactivity disorder - PubMed (nih.gov) Dimma.fo | Nýtslan av heilivági fyri ADHD er fýra faldað upp á sjey ár https://nhwstat.org/health/pharmaceutical-products/prevalence/adhd-medicine-centrally-acting-sympathomimetic Psykiatriens dilemma | Se online her | DRTV Vísindaknokkar er stuðlað av Amplexa Genetics. Amplexa Genetics hevur onga ávirkan á innihaldið í poddvarpinum. Tónleikurin er frá: Flawed Mangoes

#1: Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD, verkætlanarleiðari fyri FarGen

Í fyrsta tátti av Vísindaknokkum snýr prátið seg um arvaíløgur og FarGen verkætlanina. Vit hoyra um FarGen verkætlanina, hvussu dáturnar verða innsavnaðar - og tryggjaðar, og hvat endamálið við verkætlanini er. Gesturin í hesum táttinum er Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, sum hevur eina PhD í mílalívfrøði (molekylærbiologi) og til dagligt starvast sum verkætlanarleiðari á FarGen og harumframt er limur í etiska ráðnum. Í táttinum verður ein grein nevnd, har SNP (Single nucleotide polymorphism) frá føroyingum verður samanlíknað við finnar og ikki-finskar europearar. Greinin er at finna her: FarGen: Elucidating the distribution of coding variants in the isolated population of the Faroe Islands - PubMed (nih.gov) (PMID: 36404349)​ ​ Allur tónleikurin sum er at hoyra í Vísindaknokkum, er frá Flawed Mangoes.

Introtáttur til Vísindaknokkar

Trailer
Vertirnir Annetta og Durita greiða frá hvussu Vísindaknokkar blivu til og hvat ætlanin er við poddvarpinum.